KÍ pyntaði um

Fótbóltslagið er gott í Sundalagnum. EB/Streymur hevur við 4-2 sigri styrkt um sína støðu sum oddalið.

Arnbjørn Hansen legði heimaliðið á odda í 1. hálvleiki.

Eftir steðgin royndi KÍ at leggja trýst á, og klaksvíkingar vóru onkra ferðina tætt við at javna. Men so skoraði EB/Streymur trý mál eftir lítlari løtu. Málskjúttar vóru Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen, sum skoraði tvey mál.

Fram ímóti dystarenda pyntaði KÍ um úrslitið. Innskifti Álvur Christiansen skoraði fyrra málið, og Rógvi Jacobsen stútaði tað seinna.