Kópurin á Gomlurætt slapp við lívinum

- Hóast hann var vavdur inn í garnastykki og langan nylonenda, vísti kópurin seg at vera væl fyri, men tað hevði hann ikki verið leingi aftrat, um eingin kom honum til hjálpar Hósdagin 8. mars sóu menn umborð á strandfaraskipinum Teistanum, at ein nylonendi hekk út úr vestara grótarmi á Gomlurætt. Í fyrstu syfti slapp endin bara at hanga, men á einum seinni túri hendan dagin, helt onkur umborð, at endin hevði hug at ?røra? upp á seg. Menn hugsaðu eisini um at taka endan burtur, áðrenn tað fór at fløða, so hann ikki endaði fyri innsiglingini.

Erlendur Simonsen, sum siglir við Teistanum, fór nú út á pierin at kanna málið.

Tá ið hann kom út, vísti tað seg, at ein kópur hevði vavt seg inn í eitt garnastykkið og at endin, sum tilsamans var einar 20 metrar langur, hekk tvørtur um høvdið á kópinum og so víðari kring um steinarnar og út á sjógv.

Pauli Magnusson, skipari á Teistanum, sigur, at teir gjørdu av at hála kópin við øllum uppi í sær inn á bryggjuna.

- Tað vóru nógv fólk, sum hjálptu til at fáa kópin leysan, og tað tók ikki langa tíð, so var alt nylonið skorið burtur av honum.

Skiparin sigur, at kópurin var ikki meira leysur, tá hann snaraði 180 stig og fór hoppandi omaneftir grótinum og smoygdi sær niðurfyri.

- Hóast hann var vavdur inn í hetta garnastykkið og langa nylonendan, vísti hann seg at vera væl fyri, men tað hevði hann ikki verið leingi aftrat, um eingin kom honum til hjálpar, sigur Pauli Magnusson.

Sum skilst, var hetta ein lítil kópur, og tí gekst skjótt at loysa hann úr ?haftinum?.

Tað var Jóhan N. Dam, stýrimaður, sum tók myndina við síni fartelefon.