Kópurin ferðast nógv

Náttúrugripasavnið hevur sett sendarar á fýra kópar, sum vísa seg at ferðast víða millum oyggjarnar Nú ber til at fylgja við í, hvussu kópar undir Føroyum ferðast. Náttúrugripasavnið hevur sett sendarar á fýra kópar, og á heimasíðuni hjá Náttúrugripasavninum, ngs.fo, sæst, hvussu hesir fýra kóparnir ferðast.

Fyrsta vikan hevur víst, at kópurin ferðast nógv millum oyggjarnar.

Fyrsti kópurin varð merktur undir Nólsoynni. Dagin eftir var hann bæði undir Svínoynni og Viðoynni, og nakrar dagar seinni var hann undir Stóru Dímun.

Ein annar kópur, sum varð merktur undir Svínoynni, fór fyrst til Dímunar og síðani til Mykinesar.

Sendarar vóru við lími settir á teir fýra kóparnir undir Nólsoy og Svínoy.

Í tíðindaskrivi sigur Náttúrugripasavnið, at orsøkin til at farið er undir hesa kanning, er tann, at tørvur er á meiri vitan um kópin í Føroyum. Henda kanning fer at vísa, hvussu støðufastur kópur er, um hann bert er undir landi, og hvussu langa tíð hann er í ymsum økjum.