Tjóðartingið í Kýpros samtykti í gjárkvøldið eina røð av tiltøkum, sum skulu loysa ta stóru búskaparkreppuna, sum landið er komið í.
Tingið samtykti at skipa ein samhaldsfastan grunn, sum skal stovnast við almennum pengum, og sum skal hava møguleikan at skriva út neyðvirðisbrøv. Samstundis samtykti tingið, at bankin Popular Bank skal býtast sundur í ein góðan og ein vánaligan part, og at stjórnin skal hava betri eftirlit við bankunum.
Kýpriska sjónvarpið segði í gjárkvøldið, at samtyktin í tinginum ber í sær, at tað umstrídda bankaavgjaldið, sum fólk hava verið so ill um, hækkar úr 9,9 prosentum í 15 prosent av hvørjum innláni oman fyri 100.000 evrur.