Kýpros er eisini eitt sterkt lið

(Sportboxin) Klokkan 12.15 spælir føroyska U17 landsliðið annan dystin í elitu-umfarinum. Í dag er vertstjóðin, Kýpros mótstøðuliðið

Klokkan 12.15 skal føroyska U17 landsliðið royna at reisa seg aftaná 0-4 tapið ímóti Írlandi í tí fyrsta dystinum í elituumfarinum, har Føroyar eru í bólki við Kýpros, Írland og Slovakia. Mótstøðuliðið í dag er Kýpros.

 

U17 landsliðsvenjarin, Áki Johansen slær fast, at Kýpros er eitt ógvuliga sterkt lið, men føroyska liðið fer at spæla fyri sínum møguleika.

 

U17 landsliðið fekk eina ringa upptakt til dystin ímóti Írlandi. Sandstormur gjørdi, at teir ikki fingu lent við flogfarinum á Kýpros, og teir flugu síðani til Athen, og higani til Wien. Áki Johansen vónar, at liðið hevur lært av lúsinginum teir fingu í tí fyrsta dystinum ímóti Írlandi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við, sum var í sendingini "Sportboxin" á Rás2, har prátað var við Áka Johansen um dystin ímóti Írlandi, um drúgvu ferðina til Kýpros, og uppgávuna, sum bíðar í dag klokkan 12.15, tá U17 landsliðið spælir ímóti Kýpros.

 

Kýpros tapti 1-2 ímóti Slovakia, sum spælir ímóti Írlandi í dag.