KÍ-profilar royndarvenja í Noregi

Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen eru í hesum døgum og venja við norska liðnum Raufoss

Tað eru bara tríggir dagar síðan, at KÍ blivu føroyameistarar. Men longu nú standa aðrar avbjóðingar fyri framman hjá tveimum av lyklaleikarunum hjá KÍ.

Teir báðir Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen eru farnir til Noregs at royna seg, skrivar Norðlýsið í dag. Teir eru farnir at venja hjá Raufoss, sum spælir í næstbestu norsku deildini, og sum Norðlýsið skilir, skulu klaksvíkingarnir báðir venja við í nakrar dagar hesa vikuna.