Tað eru ikki bara tær vaksnu kvinnurnar, sum duga at spæla fótbólt í Klaksvík. Eisini tær yngstu genturnar roynast væl, og um vikuskiftið vann Kí pinkudeildina, sum er fyri gentur upp til 10 ár.
Fýra tey bestu pinkuliðini spældu tvey finaluumfør eitt í Vági og eitt á Argjum og KÍ vann allar sínar seks dystir. Liðið fekk harvið fult stigatal og gjørdist tryggur føroyameistari. VB vann silvur, AB bronsu, og ÍF var nummar 4.
Hetta er triðja árið á rað, at KÍ vinnur pinkudeildina, so tað eru nógvir góðir gentuspælarar á veg upp gjøgnum deildirnar í KÍ.