Eftir at Sermitsiaq hevur sett fokus á, hvørt tað ber til hjá grønlendskum matframleiðarum at virka kópatvøst, so eitt nú grønlendskir sjúklingar, sum verða sendir til Danmarkar til viðgerðar, kunnu fáa hetta á borðið, hevur verið spurt, um eitt nú Neqi A/S kann virka og pakka kópatvøst.
Í fyrstu syfti var framleiðsluleiðarin á virkinum rímiliga positivur um hetta, og hann segði seg vilja kanna møguleikarnar. Tað gekk eisini skjótt hjá honum at finna út av hesum - um Neqi A/S kundi virka og pakka kópatvøst til eitt nú grønlendska sjúklingaheimið í Keypmannahavn.
- Eg havi nú kannað møguleikarnar, men hetta vísir seg tíverri ikki at lata seg gera, sigur framleiðsluleiðarin í Neqi A/S, Ole Vestergaard, við Sermitsiaq. Hann sigur, at sambært lógini ber ikki til at virka kópatvøst og eitt nú lambskjøt á sama virki.
Ole Vestergaard hevur fingið at vita, at kópatvøst er ógvuliga feitt og tránar skjótt. Tískil er tað ikki rætt at hava tvær slíkar framleiðslur sum eitt nú kópatvøst og seyðakjøt á sama virki.











