Tað eru bara fimm ár, síðan ein kópapest seinast herjaði í Kattegat og fram við syðra parti av svensku strondini Seinastu vikurnar er nógvur kópur funnin deyður í Kattegat, sum er havið millum Danmark og Svøríki.
Svenskir myndugleikar vænta, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær kópadeyðin eisini av álvara fer at síggjast fram við svensku strendurnar.
Tað eru annars bara fimm ár, síðan ein sonevnd kópapest herjaði á hesum leiðum og gjørdi enda á fleiri túsund kópum - í Kattegat í suðri til Hvaler í Noregi.
Eisini ta ferðina byrjaði pestin við at taka lívið av kópum í Kattegat, áðrenn hon flutti seg uppeftir og fram við svensku strondini.