Kópabreyð

Leygardagin kom eitt nýtt slag av rugbreyði í handlarnar í Tromsø. Hetta er eitt slag av fullkornsbreyði, men tað serliga við tí er, at bakarin hevur brúkt eina blanding av olivenolju og kópalýsi til breyðið

Tað eru tveir professarar, sum hava gjørt ta serligu blandingina, sum teir eisini hava fingið sær patent uppá. Teir eru á einum máli um, at breyð við kópalýsi er sera gott fyri fólk við hjartasjúkum og kann tálma hjartasjúkum.