KÍ orduliga niður á jørðina

Eftir óvæntaða sigurin ímóti eysturríkska meistaraliðnum, komu 4?0 tapini, sum tað frammanundan kundi roknast við

 

EUROPA CUP

KÍ kvinnurnar halda frí í Keypmannahavn inntil hósdagin, tá tær aftur koma til Føroya. Tær fegnst framvegis um, at tað mikudagin eydnaðist at vinna 2?1 ímóti eysturríkska meistaraliðnum. 4?0 tapini fríggjakvøldið og sunnudagin ímóti Helsinki og Torres úr Italia kunnu ikki skugga yvir góða úrslitið í fyrsta dystinum.

Ímóti finsku meistarunum, sum vunnu kappingina og tískil halda fram, vóru KÍ kvinnurnar blástar um koll. Tað var sum at spæla ímóti einum mannfólkaliðið. Á finska liðnum vóru tær skjótar, bólttryggar, sterkar í nærdystunum, og tær høvdu gott spælskil. Tær fingu tvey mál í hvørjum umfarinum, og tær høvdu fleiri aðrar upplagdar møguleikar, men KÍ málverjin, Anna Müller Jacobsen, stóð seg sera væl.


Moyrar

Sunnudagin var italska Torres, sum fríggjakvøldið hevði vunnið 5?0 á eysturríkska meistaraliðnum, á skránni. Tann dysturin endaði eisini 4?0, men hesa ferð mettu tey í KÍ leguni, at teirra lið kundi havt betri uppiborið.

Tey fyrru árini, tá u?17 landsliðið hjá dreingjum plagdi at luttaka í kappingum við fleiri dystum í eina viku, fóru teir ofta niður við nakkanum í síðsta dystinum. Tað gjørdu teir, tí teir likamliga vóru púra útkoyrdir. Nú kemur hetta so at siga ikki fyri longur.

Kvinnurnar hava ikki nógvar royndir í altjóða dystum, og í Finnlandi munnu tær hava lært, at tað verður neyðugt at venja uppaftur meiri, um tær skulu standa seg betri. KÍ kvinnurnar ásanna, at tær taptu 4?0 ímóti italska liðnum, tí tær vóru ov móðar. Grundkonditiónin er ikki nóg góð, verður sagt á KÍ heimasíðuni, og so skal takast við, at KÍ kvinnurnar ? við Europa Cup avbjóðingini í huga ? í ár ivaleyst hava vant nógv meiri og dyggari, enn onnur lið í kvinnudeildini hava gjørt. Italska liðið fekk øll fýra málini undan steðginum. Fleiri teirra vóru eftir tilvildarligar støður. Í 2. hálvleiki var um reppið, at Vivian Bjartalíð og Kristina Eyðbjørnsdóttir minkaðu um munin.

? Høvdu vit spælt ímóti italska liðnum í fyrsta dystinum, so høvdu vit heilt víst fingið eitt nógv betri úrslit, halda tey á heimasíðuni hjá KÍ.