Felags fyri KÍ og TB, sum seint seinnapartin hittast á Eiðinum í Klaksvík, er, at tað higartil ikki hevur eydnast teimum at fara av vøllinum við fullari úrtøku, og tað er eisini felags fyri tey, at trý av mótstøðuliðunum higartil hava verið tey, sum í fjør stóðu seg rættuliga væl.
TB hevur eitt stig og er á niðurflytingarplássi, og KÍ er eitt stig frammanfyri TB.
Tvøramenn eru ikki farnir úr Klaksvík við fullari úrtøku síðani 1987, tá ið teir vunnu FM. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur KÍ vunnið sannførandi heimasigrar á TB, sum annars ofta er farið úr Klaksvík við einum stigi. Avrikini í Runavík og við Margáir kundu boðað frá, at tað er møguleiki fyri stigið til TB í Klaksvík, meðan tvøramenn ikki vóru nøgdir við verjuspælið í 4-1 heimatapinum ímóti B36.
KÍ skal reisa seg eftir 2-0 tapið í Fuglafirði. Ta ferðina var Álvur F. Christiansen ikki við orsaka av skaða. Hann hevur vant við fullari ferð í hesi vikuni. Heðin á Lakjuni noyddist skaddur av vøllinum í Fuglafirði. Tað er rættuliga ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla ídag.