Sambært kappingarskránni skuldu 2. deildarliðini hjá KÍ og Skála spæla í Klaksvík leygardagin. Men eftirsum stevna var á Skála um vikuskiftið, heitti Skála um at fáa dystirnar umbýttar, soleiðis at skálamenn fingu heimavøll um stevnuna og í staðin fara til Klaksvíkar í seinnu helvt av kappingini. KÍ góðtók hetta, og tað sama gjørdi kappingarstjórin, og sostatt spældu liðini á Skála og ikki í Klaksvík leygardagin. Skála vann 3-2. Liðini hittast aftur í Klaksvík 14. august.