KÍ og SÍ spældu javnt

SÍ legði seg á odda tíðliga í dystinum við máli, sum Poul Poulsen skoraði. Leikgongdin var rímiliga jøvn í fyrra hálvleiki, men heimaliðið fekk alt betur tak á dystinum fram ímóti steðginum.

 

Tað eydnaðist eisini KÍ at skora tvær ferðir seinastu minuttirnar fyri hálvleik. Kristian Andreasen javnaði við brotssparki, og Julian Samuelsen stútaði eitt fríspark í málið beint fyri steðgin.

 

Í seinna hálvleiki kom eitt mál, og tað fingu gestirnir úr Sørvági, eftir at teir høvdu verið trýstir eina løtu. Málið skoraði Jørgen Meitelberg, tá ið hann gjørdist leysur á KÍ-hálvuni. Eftir hetta hevði SÍ munin eina løtu, men fleiri mál komu ikki.