So var kvinnukappingin aftur í gongd. KÍ-kvinnurnar eru aftur í ár stórfavorittar, men liðini tykjast at gerast tættari og tættari. Um vikuskiftið vórðu tveir dystir leiktir.
KÍ tók um endan
Kvinnurnar hjá KÍ tóku í endan, har teir sleptu honum í fjør. Longu í fyrstu umfari góvu tær okkum greiðar ábendingar um, at tær aftur í ár ætla at standa á ovastu rók. Tær vunnu ein tryggan 4-0 sigur á GÍ heima í Klaksvík. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Tað var ikki ein væl leiktur dystur, og tað sást á liðunum, at tað var tíðliga á fótbóltsárinum. Alt ov nógvir bóltar vórðu sparkaðir upp í luftina, og lítið skipað spæl fanst. Sigrid Jacobsen stóð fyri tveimum av málunum, meðan Malena Josephsen og Elsa Maria Simonsen skutu hvør sítt mál.
NSÍ væl frá byrjan
NSÍ, sum var tætt við at røkka endaumfarinum í fjør, sær út til at vilja tað øðrvísi í ár. Kvinnurnar úr Runavík vunnu ein tryggan sigur í gjár, tá ið tær fingu vitjan av felagsliðnum við Streymin. NSÍ gjørdi bart, og vann dystin 3-1. Tær gulu og svørtu kundu eisini fara nøgdar til hálvleiks við einari 2-0 leiðslu.











