KÍ og HB møtast í fjórðings­finaluni

Lutakastið um, hvussu tey átta feløgini, sum eru eftir í kappingini um Løgmanssteypið og skulu spæla fjórðingsfinalur, var í gjárkvøldið í sjónvarpssendingin 3-2

Tað lagaði seg soleiðis, at AB, KÍ, FC Suðuroy og B68 fingu heimavøll í fjórðingsfinalunum í steypakappingini, sum verða spældar sjálvan flaggdagin, 25. apríl, sum í ár er ein miku­dagur.
Sostatt tekur AB á Argjum ímóti EB/Streymi, KÍ spælir í Klaksvík gamla klassikaran ímóti HB, FC Suðuroy tekur á Vágseiði ímóti B71, og at enda spælir B68 grannauppgerð á Svangaskarði ímóti Víkingi.
Liðini í føroysku steypa­kapp­ingini verða ikki styrki­mett áðrenn fyrsta luta­kastið, og nú eru seks lið úr Effo­deild­ini og tvey lið úr 1. deild millum tey síðstu átta, ið eftir eru í kappingini.
Víðari gongdin í kappingini um Løgmanssteypið er annars tann, at fyrru hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 9. mai, seinnu hálvfinalurnar miku­dagin 23. mai og sjálv finalan verður spæld í Havn leygar­dagin 25. august.