KÍ og HB hittast í Klaksvík í finaluumfarinum

Á fyrsta leikdegi fáa meistararnir vitjan av B36

Síðsti leikdagur í fótbóltskappingini í 2020 verður leygardagin 31. oktober.

Fótbóltsfeløgini hava fingið uppskot til skrá til ummælis. Um skráin verður soleiðis, sum tað er skotið upp, at hon skal verða, so fara KÍ og HB at hittast í Klaksvík í 27. og síðsta umfari. Hinir dystirnir leygardagin 31. oktober vera EB/Streymur – TB, NSÍ – Víkingur, Skála – ÍF og B36 – AB.

Fyrsta umfar verður sunnudagin 8. mars. Síðsta leikdagur í 2019 var leygardagin 26. oktober. Tá var finala um FM heitið í Gundadali millum B36 og KÍ, sum við 3-0 sigri tryggjaði sær fyrsta FM heitið í 20 ár.

Í fyrsta umfari í 2020 hittast KÍ og B36 aftur. Tá verður tað í Klaksvík. Hinir dystirnir í fyrsta umfari eru settir at vera EB/Streymur – HB, Víkingur – ÍF, NSÍ – Skála og AB – TB.