Tað vera KÍ og HB, sum fara at spæla finalu í steypakappingini hjá kvinnum.
Í kvøld vóru seinnu hálvfinalurnar. HB hevði 2-0 frá fyrru hálvfinaluni í viðførinum til Fuglafirðar. Tað eydnaðist HB aftur í kvøld at vinna 2-0. ÍF/Víkingur gjørdi stutt undan steðginum sjálvmál, og tá ið tað restaðu tríggir minuttir staðfesti Milja Simonsen HB sigurin og finaluplássið.
Í Steymnesi vóru nógvir áskoðarar. Heimaáskoðararnir vóru spentir at síggja, um tað fór at eydnast teirra liði at vinna finaluplássið, nú EBS/Skála í fyrru hálvfinaluni hevði vunnið 1-0 í Klaksvík. KÍ kvinnurnar høvdu lutfalsliga nógvar áskoðarar við sær.
Talan var um góða reklamu fyri kvinnufótbólt. Liðini løgdu nógv fyri í nærdystunum, og tað var ferðmikið. Tá ið Rúna Joensen miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði heimaliðið framum, kendist finaluplássið ikki at vera langt burtur, tí nú var teirra leiðsla 2-0.
KÍ svaraði aftur dygst undan steðginum. Ragna B. Andreasen sendi úr stórari fjarstøðu bóltin í tvørtræið, og Eyðvør Klakstin var fyrst á returinum og skoraði.
Lítla løtu eftir steðgin var Eyðvør aftur upp á spæl. Eftir horna smekkaði hon til, bólturin tók í liðfelaga hennara Gudny Johannesen og fór í netið.
Harvið stóð samantalt á jøvnum 2-2. Støðan broyttist ikki, og so var tað KÍ, sum við útivallarmálum tryggjaði sær finaluplássið.