Dysturin skuldi eftir ætlan spælast tann 21. mars, men eftir ein góðan hálvan tíma varð dysturin avblástur vegna vánaligt veður.
Síðani hevur verið roynt tvær ferðir at fáa dystin spældan, men báðu ferðirnar er dysturin blivin avlýstur.
Nú hevur kappingarnevndin hjá FSF ásett, at dysturin verður spældur í Gøtu flaggdagin 25. apríl. Hetta er einasti dysturin í 2. umfari av steypakappingini, sum ikki enn er spældur.










