KÍ og GÍ eru í kvinnufinaluni

Eftir seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum, sum vórðu spældar í gjárvkøldið, er tað greitt, at KÍ og GÍ skulu spæla finaluna KÍ hevði í fyrru hálvfinaluni á heimavølli vunnið sær eina rættiliga trygga leiðslu, og B36 kundi heldur einki gera við 4-0 sigurin hjá KÍ í fyrra dystinum. KÍ vann eisini seinnu hálvfinaluna - dysturin í Gundadali endaði við 3-2 til KÍ, sum vann 7-2 samanlagt. Í Gøtu var meira spenningur undan dystinum, tí fyrri dysturin millum AB og GÍ endaði við 4-3 sigri til AB. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki gjørdi GÍ bart og skoraði fýra mál, meðan AB einki mál fekk.