Veðrið er gott til seinna dagin í Klaksvískappingini í dag. Lítil vindur er í Klaksvík, og sóli kagar fram.
Klokkan 12.45 fara B36 og NSÍ at spæla um triðja plássið í kappingini, og klokkan 15.00 veðrur finalan millum KÍ og EB/Streym.
Í gjár vann EB/Streymur á B36, og KÍ vann á NSÍ.
Eftir kappingina handar borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, Klaksvíkssteypið til vinnandi liðið.