STEVNUDYSTIR
Fyri fótbóltshugaðu norðoyingarnar kastaði tað myrkan skugga yvir norðoyarstevnuna í fjør, at Kí so dyggiliga varð sett upp á pláss í stevnudystinum. Uppflytararnir úr EB/Streymi vitjaðu, teir vunnu 4?0 og fóru avstað við steypinum, sum býráðið hevði givið. Eftir summarsteðgin spældi EB/Streymur aftur klaksvíkingunum eitt puss. Teir vunnu landskappingardystin á Mølini á Eiði 4?2.
Sambært uppskotinum til kappingarskipan, sum varð býtt út á aðalfundinum hjá FSF leygardagin, so fær KÍ ein nýggjan møguleika á norðoyarstevnu ímóti EB/Streymi. Norðoyarstevnan verður 1. og 2. juni, og 2. juni er ein av teimum fimm landskappingardystunum í 1. deild tann millum KÍ og EB/Streym.
Skálafjarðarstevnan verður 15. og 16. juni. NSÍ skal 16. juni spæla landskappingardyst ímóti TB. Undanfarin ár hevur NSÍ ofta flutt stevnudystin til leygardag. Í fjør taptu teir 2?1 ímóti GÍ, sum skoraði sigursmálið í yvirtíðini.
Sundalagsstevnan verður 22. og 23. juni. Henda seinna dagin skal EB/Streymur spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti HB. Í fjør varð dysturin fluttur til leygardag. Tá var tað eitt stórt vónbrot hjá EB/Streymi, at teir taptu 2?1 ímóti B71.
Jóansøkan verður 29. og 30. juni. Hon v erður í Vági, og VB skal sunnudagin spæla landskappingardyst ímóti B36.
Í 1. deild eru tíggju umfør undan summarsteðginum. Tað 10. er á skránni sunnudagin 7. juli. Í 2. deild eru níggju umfør á skránni undan summarsteðginum. 9. umfarið er á skránni 29. juni.
Varmakeldustevnan í Fuglafirði verður vikuskiftið 13. og 14. juli. Tað vil siga, at ÍF í 2. deild fer ikki at spæla í landskappingini á stevnuni.