Sáttmálin millum KÍ og Dion Splidt er uppsagdur, so at spælarin nú kann finna sær nýtt felag. Dion Splidt skifti til KÍ undan farna kappingarári, men heldur ikki fram í felagnum.
- Vit hava valt at enda samstarvið. Tað er einki ilt í millum okkum, men hetta riggaði bara ikki fyri báðar partar. Eg tosi við onkur feløg í nærumhvørvinum, so nú fáa vit at síggja. Tað kann eisini verða, at eg ikki fari at spæla í ár, sigur Dion Splidt, sum verður pápi í næstum.
KÍ hevur í ár fingið tilgongd av spælarum sum Kristoffuri Jakobsen, Hákuni Edmundsson, Deni Pavlovic, Boris Dosljak, Ronni Møller Iversen og Marko Dusak, meðan spælarar sum Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Atli Danielsen, Heðin Klakstein, Albert Adu og Tórur Justesen eru farnir av landinum, í onnur feløg ella givnir á besta liðnum.
Dion Splidt spældi í fjør 22 dystir fyri KÍ í landskappingini og skoraði tvey mál.