KÍ og B71 vilja eisini á Summar Festivalin

Játtar fótbóltssambandið at líka ynskinum hjá KÍ og B71, so verður dysturin teirra millum í landskappingini spældur leygardagin á Summar Festivalinum. Sostatt er líkt til, at tað verða tvær steypafinalur og ein landskappingardystur á Summar Festivalinum í ár.

 

Arbeiði við at skifta vøllin í Klaksvík er seinkað. Nýggja graslíkið verður ikki klárt til landskappingardystin millum KÍ og B71, sum er ásettur at verða 27. july. Tí ynskir KÍ, við stuðli frá B71, at flyta dystin til leygardagin á Summar Festivalinum.

 

Steypafinalan hjá kvinnum, millum KÍ og AB, verður hósdagin 4. August. Dagin eftir verður steypafinalan hjá monnum millum ÍF og EB/Streym.. Nú er so líkt til, at tað eisini verður ein landskappingardysturin á skránni. Ætlanin er at spæla dystin klokkan 13:00 leygardagin, so hann minst møguligt órógvar sjálvan Summar Festivalin.

 

FSF skal góðkenna flytingina, skrivar KÍ heimasíðan.