KÍ og B36 í steypafinaluni

Tað gjørdist sum vænta KÍ og B36, sum spældu seg í finaluna í steypakappingini hjá kvinnum. Hesi bæðini hava seinnu árini dystast í toppinum í landskappingini, og aftur í ár tykjast tey verða sterkastu liðini.

 

Tað gekk tó ikki eftir vild hjá liðunum í seinnu hálvfinalunum, tí bæði liðni taptu sínar dystir í kvøld.

 

KÍ var á vitjan hjá Víkingi í Gøtu, og eftir 4-1 í fyrra dystinum hevði KÍ annað beinið í finaluni. Men tá ið tað Víkingur í seinna hálvleiki legði seg fram um 3-1 var finaluplássið í vanda. KÍ fekk tó skorað til 3-2, og so var finaluplássið tryggjað.

 

B36, sum vann fyrru hálvfinaluna ímóti NSÍ/B68 5-1, hevði mest sum tryggjað sær finaluplássið, og tað kom heldur ikki í vanda í kvøld. Men B36 tapti tó seinnu hálvfinaluna 1-0.

 

KÍ og B36 spæla sostatt steypafinalu leygardagin 14. juni kl. 15.00. Finalan verður á ovara vølli í Gundadali.