Fótbóltur
Tað var drúgt fundarvirksemi í bygninginum hjá FSF við Tórsvøll mánakvøldið. Á skránni var fyrst og fremst málið um spæliloyvini ? ella mangul upp á sama - hjá KÍ og B36, tá hesi nýttu ikki skrásettar spælarar í dystunum móti ávíkavist Fram og Skála.
Málið um spæliloyvini hevur verið eitt av heitu politisku eplunum í enn unga kappingarárinum, og sum skilst, so tók tað eisini drúgva nevndarviðgerð, áðrenn endaligur dómur varð avsagdur. 18.30 fór starvsnevndin á fund, og klokkan var farin at nærkast 22, áðrenn ljósini vórðu sløkt í FSF-bygninginum. Sum skilst, so var ætlanin, at onnur mál skuldu viðgerast, men málið um spæliloyvini hjá B36 og KÍ fór við at kalla allari tíðini á fundinum.
Dømd at tapa
Og tá var niðurstøðan greið. Tað bar okkum ikki til at fáa váttað úrskurðin hjá Fótbóltssambandinum í málinum, men eftir øllum sólarmerkjum at døma, eru KÍ og B36 liðug í kappingini um løgmanssteypið.
Við hesum hevur FSF altso valt ikki at broyta siðvenjuna, sum hevur verið viðvíkjandi spæliloyvum, eins og úrskurðurin er í tráð við vanligan praksis hjá UEFA.
Her segði pressutalsmaðurin, Frits Ahlstrøm alt fyri eitt, at eitt líknandi mál í UEFA treytaleyst hevði verið dømt á tann hátt, at felagið við ikki-skrásettu leikarunum varð dømt at tapa dystin.
Spurningurin hevur tó samstundis verið, um ein slíkur úrskurður fer at leggja ov stórt trýst á umsitingina hjá ymsu feløgunum. Eina umsiting, sum í stóran part byggir á sjálvboðið ella partvíst lønt arbeiði.
Tey atlitini hava so ikki vunnið frama, og ivaleyst hevur trupla umsitingin av eini slíkari loysn eisini vigað nógv. Sum nevnt í grein fyri góðari viku síðani, so hevði hetta helst eisini útloyst eina »elastik-effekt«, sum kundi verið sera trupul at umsiti. Tí hvussu vigar tú, nær talan er um mistak ella um tilætlað brot á reglurnar.
Eingin viðmerking frá nevndini
Tað er eingin loyna, at formaðurin í kappingarnevndini, Bjarki Mohr, helst sá, at feløgini sluppu við skrekkinum, at kalla. Hetta skilt soleiðis, at feløgini vórðu revsað umsitingarliga, heldur enn at tey skuldu dømast at tapa sínar dystir.
Tað tykist altso ikki, sum hava sjónarmiðini hjá formanninum vunnið frama, men sjálvur vildi Bjarki Mohr ikki gera viðmerkingar til málið, áðrenn evstamark okkara.
- Eg kann bara vátta, at vit hava gjørt ein úrskurð í málinum á fundi mánakvøldið, eftir at málið varð lýst væl og sakligt. Eg fari tó ikki at siga nakað um úrskurðin, ella í aðrar mátar at úttala meg í fjølmiðlunum um hetta, fyrr enn innblandaðu partarnir eru kunnaðir, er einasta viðmerkingin, frá formanninum.
------
Fakta
Heðin á Lakjuni, Høgni Madsen og Hjalgrím Elttør vóru á vøllinum, tá KÍ vann 7-1 á Fram í kappingini um Løgmanssteypið. Spæliloyvi teirra lógu tá framvegis hjá ávíkavist HB, ÍF og Fremad Amager. Heldur ikki var spæliloyvi hjá KÍ-málverjanum, Karstin Joensen, tá komið í rættlag, men hann var skaddur og tók tí ikki lut í dystinum.
Hjá B36 varð Eyðun Højgaard skiftur inn, tá teir vunnu 4-2 á Skála. Spæliloyvið hjá Eyðuni var tá framvegis hjá ÍF Føroyar, har hann hevur spælt í tíðarskeiðnum, sum hann var í Danmark.