KÍ og AB í steypafinaluni

Sunnudagin vóru seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum spældar, og úrslitið av dystunum hevði við sær, at KÍ og AB spæla finalu tann 1. juli. KÍ vann fyrra dystin ímóti GÍ 2-0, og tað eydnaðist ikki GÍ at venda gongdini í dystinum á heimavølli í gjár. KÍ vann dystin heili 6-0, og kom tí í finaluna við samanløgdum sigri á 8-0. AB vann fyrru hálvfinaluna ímóti B36 á heimavølli við 3-1. Og tað eydnaðist AB at verja leiðsluna í Gundadali í gjár. Úrslitið av dystinum gjørdi 2-2, og harvið vann AB dystin samanlagt 5-3.