KÍ og AB spæla steypafinalu

KÍ og AB liggja lið um lið í toppinum í landskappingini hjá kvinnum, og í dag hittast liðini í steypafinaluni, sum verður spæld á ovara vølli í Gundadali.

 

KÍ og AB hava spælt nakrar dystir ímóti hvørjum øðrum í ár, og tað hevur gingið javnt á. AB og KÍ hava vunnið hvør sín dyst, og ein dystur endaði javnleikur.

 

Rás2 útvarpar steypafinaluna hjá kvinnum frá kl. 16 í dag. Tróndur Arge sigur frá.