Mánakvøldið var lutakast um hvussu leikast skal í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum. Tað var Hanna Olsen, ið situr í kvinnunevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum kastaði lut í ítróttarsendingini 3-2.
Tað fløskaði seg soleiðis, at finaluliðini frá í fjør, KÍ og AB, hittast í hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni skal B36 møta Víkingi, sum hevur gjørt tað munandi betri í steypakappingini enn í landskappingini, har tær liggja á næst aftasta plássi.
Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 6. juni, meðan tær seinnu verða leiktar 27. juni. Sjálva finalan verður spæld á stóra finaludegnum á Tórsvølli 25. august.