KÍ og AB eru á heimavølli

1. deild kvinnur: Tá ið Víkingur fær vitjan av B36, stendur triðja plássið upp á spæl. Eftir at KÍ og AB Kristi Himmalferðardag rukku so góðum úrslitum í hálvfinaluni í steypakappingini, at tey so at siga hava tryggjað sær pláss í finaluni, er umfar í landskappingini á skránni seinnapartin í dag.

AB eigur heimavøll ímóti botnliðnum HB, og KÍ eigur heimavøll ímóti Skála, sum fleiri ferðir hevur staðið seg væl ímóti teimum úr Klaksvík. Men tá ið liðini hittust á Skála í 3. umfari, vann KÍ 3-0.

Mett út frá støðutalvuni so verður tættasta uppgerðin í dag tann í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur, sum er á fjórða plássi, fær vitjan av B36, sum er á triðja plássi.

9. umfar

Í dag

Víkingur-B36: Magnus Jørmundsson kl. 14.00

KÍ-Skála: Bent Tommy Linklett kl. 13.00

AB-HB: Pætur Albinus kl. 13.00

Støðan undan 9. umfari

KÍ 22

AB 19

B36 10

Víkingur 7

Skála 7

HB 4