Triðja heimadystin í slag fekk ÍF fulla úrtøku, tá KÍ í dag var í Fuglafirði.
Fyri steðgin var ÍF betra liðið, og tå fingu teir eisini einasta málið í dystinum.
Eftir steðgin var lítil ferð á. Fuglfirðingar vóru varnir í útgangsstøðinum, og tað eydnaðist ongan tíð hjá KÍ at skapa sær veruligar møguleikar.
Móti dystarenda kom nakað av dramatikki í, tá Høgni Madsen fekk sítt seinna gula kort, men veruligt trýst fingu gestirnir tó ongan tíð lagt á.