KÍ nýtist ikki at ræðast nakran

Fyribilssetti KÍ venjarin, Trygvi Mortensen, sigur seg væl kunna liva við javnleikinum:

- Her var nógv upp og niður. B71 er eitt gott lið, og teir fótaðu sær væl eftir okkara góðu byrjan. Okkara spælarar skulu eiga rós fyri, at teir megnaðu at koma fyri seg aftur, eftir at B71 var farið framum 3-2.

Sást tú nógv til kreppuna, sum tað hevur verið tosað so nógv um í Klaksvík?

- Hugburðurin var fínur, spælararnir tordu at hava bóltin og at bjóða seg til, og sammett við í steypadystinum hósdagin, so megnaðu teir hesa ferð at flyta spælið fram á fremsta triðingin og at varðveita bóltin.

Verður tú venjari leygardagin, tá ið B36 fer at vitja í Klaksvík?

- Tað hava vit ikki tosað um. Hetta var fyribils loysn. Men uttan mun til hvør fer at hava ábyrgdina, so havi eg eina greiða fatan av, at KÍ hevur potentiali at spæla upp ímóti øllum. Vit saknaðu Paul Clapson, sum tíðliga noyddist at gevast, men Kristoffur Jacobsen skal hava rós fyri, at hann stóð seg so væl, sigur Trygvi Mortensen, sum á Sandi var KÍ venjari.