Kín ongantíð einari kaktusblómu!

Nýggi skemtileikurin hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Kaktusblóman, er ein herligur hurlivasi av lygnum, misskiljingum, serskøltum og gellum. Og ikki minst eitt sera forvitnisligt samanspæl millum garvaðar og óroyndar leikarar.

Fullkomna fløkjan
Fyri at sleppa undan at koma í klørnar á onkrari giftisjúkari elskarinnu uppfinnur ríki tannlæknin og konufólkarevurin Julian eina ótrúgva konu og trý børn. Alt gongur sum smurt, inntil Julian verður so forelskaður í Antoniu, at hann biður hana giftast við sær. Men Antonia setur uppá at hitta konuna og børnini fyri at vissa seg um, at hon ikki er orsøkin til at familjan hjá Julian fer í sor. Og so byrjar ein endaleys jagstran eftir leikarum til leikin, sum skal sannføra Antoniu um syndarliga familjulívið hjá neyðars Julian. Vinir, kenningar og sjúklingar verða ein fyri og annar eftir hirdir inn í leikin hjá Julian fyri at bjarga honum úr fløkjuni, sum sjálvandi bara gerst meira og meira fløkt.
Við fúkandi ferð flúgva lygnirnar um oyruni á leikarum og áskoðarum, inntil alt brádliga fær eina óvæntaða vend - júst sum tað eigur í einum røttum glantrileiki, sum hesum.
Endamálið við einum glantrileiki er ikki at bera nakran boðskap ella at lyfta peikifingrar. Endamálið er undirhalda - fáa áskoðarnar at sita í skellilátri frá byrjan til enda. Størsta avbjóðingin liggur uttan iva í skapa karikaturar av láturligum persónum, uttan at teir verða alt ov nógv av tí góða. Ein hárfín javnvág, ið krevur nógv av leikarnum og ikki minst av leikstjóranum. Egi Dam hevur, við hepnari hond og ikki sørt av dirvi, sett ein nýggjan sjónleikarahóp saman, har ungir og óroyndir leikarar sleppa at royna seg í einum avbjóðandi samanspæli við ?gamlar? kenningar úr Klaksvíkar Sjónleikarafelag.
Kiksaðir konufólkarevar
Jan Gardar er ein av okkara mest garvaðu skemtileikarum, og drúgvu royndirnar munnu koma væl við í høvuðsleiklutinum sum Julian. Við einum sakleysum og fittum smíli lýgur hann alt og øll rundanum seg upp í eina fløkju, hann til endan sjálvur situr so rimmarfastur í. At spæla fullur sigst vera ein tann mest trupli leikluturin yvirhøvur. Og í so máta fær Jan Gardar veruliga sín elddóp í Kaktusblómuni. Fullamannsenurnar eru so sannførandi, at tú fert at ivast í, um Jan hevur gloymt ætlaðu replikkirnar og kvettir sínar viðleikarar av fyri onkusvegna at bjarga senuni.
Mest hugtakandi er tó samanspælið millum Jan Gardar og Petur Simonsen í leiklutinum sum ungi hippiearin Igor, ið eisini hevur eitt gott eyga á Antoniu. Á ein næstan óhugnaligan hátt fær Petur áskoðaran at halda, at hann als ikki spælir sjónleik. Slíkar sjónleikaragávur mugu hava neyðuga rúmið fyri at koma til sín rætt, men har gjørdist leikluturin sum Igor skjótt ov trongur.
Eftir at hava reikað nakað húsvillir runt á pallinum, sleppa Norbert (Hans Hjalti Skaale) og Hr. Cochet (Bjarni Ziska Dahl) at vísa seg sum rættir konufólkarevar í seinnu helvt av leikinum. Sannførdur um, at hann er Guds gáva til allar kvinnur, herjar Norbert ovurspentur á alt sum gongur í kjóla, meðan Hr. Cochet ørkymlaður roynir at varveita eitthvørt, ið minnir um, at "Ordnung muss sein" hóast alt. Báðir spæla teir leiklutin sum kiksaðir Casanovas út í galosjuspíssarnar, Bjarni sum altíð við einum næstan aristokratiskum yvirbráði og Hans Hjalti so spruttfornermaður, at hann er um at spreinga alt ov tronga puntuta jakkan.
Nýggj ættarlið
Ungu og nýggju kreftirnar í Klaksvíkar Sjónleikarafelag eru hesuferð umboðaðar av Duritu Samuelsen (Antonia) og Aðalbjørg Linklett (Stephanie). Durita hevur ta ivaleyst ótakksomu uppgávu at spæla irriterandi, bláoygd og býtt gás, meðan Aðalbjørg verður tveitt ímillum leiklutirnir sum fitta konan hjá Julian og ísakøld og snerput klinikkdáma - ein vandamikil kaktusblóma! Eftir mínum tykki sleppur hon best frá leiklutinum sum klinikkdáma, har hon minti meg mest um óndu og ísakøldu sjúkrasystrina í Geykareiðrinum.
Leiklutirnir sum Antonia og Stephanie eru krevjandi - kanska ov krevjandi til tveir so ungar og óroyndar leikarar. Vandin fyri at yvirspæla hesar leiklutir liggur allatíðina og lúrir, men sum heild sleppa báðar væl frá uppgávuni.
Vit koma uttan iva at síggja meir til tær báðar, men Aðalbjørg skumpar vónandi ikki ommu sína og kenda sjónleikaraveteranin Adelborg Linklett av pallinum í bræði. Enn enaferð megnaði Adelborg at fáa allan salin at sita í skellilátri, tá hon sum tann hysteriska yvirklassafrúan Durant-Bénéchol við hundi og hatti og munninum fullum av vatttottum gav greið boð, at hon so sanniliga ikki fann seg í at verða gloymd tannlæknastólinum
Franskt á føroyskum
Ein lættur og rámandi málburður er heilt avgerandi fyri um ein glantrileikur, sum hesin, riggar yvirhøvur. Týðarin Andreas Justesen hevur klætt leikin í ein livandi talumálbúna og letur til dømis leikarnar kalla hvønnannan pillsvøk, idiot, egoist og totalt kiksaði. Tí undrar tað meg ikki sørt, tá týðarin velur at brúka eitt orð sum til dømis kjúlingatvíflís, sum so týðiliga brýtur frá tí annars smidliga gerandismálinum í leikinum. Ikki at "kyllingasandwich", sum tey flestu ivaleyst siga, hevði verið betri, men so ræður um at finna eitthvørt annað vanligt orð í staðin.
Kaktusblóman er upprunaliga ein franskur leikur, og týðarin roynir ikki at billa nøkrum inn, at vit eru í Føroyum fyri tað, um persónarnir tosa føroyskt. Teir hava framvegis fronsk nøvn, gjalda við frankum og rópa Viva la France í ovurkæti. Men áttu teir so ikki at roykt Galoise sigarettir heldur enn Prince? Nei, ikki hjá tí snilda týðaranum, sum líka vil minna á, at hetta franska harkaliðið hevur verið umvegis føroyskt, áðrenn tey lendu á pallinum í Atlantis.
Snild pallmynd
Edward Fuglø hevur sum ikki einaferð fyrr gandað fram eina pallmynd, sum snýtur okkum øll. Tronga og myrka Atlantis er vorðið stórt og ljóst, og við fáum og einføldum lutum verður pallurin lættliga umskapaður frá íbúð til bíðirúm, plátuhandil ella náttklubb.
Leikarnir høvdu tó ikki rættiliga vant seg við snildisligu uppsetingina, og tí tók tað ov langa tíð at skifta millum tær ymsu pallmyndirnar. Hetta hevði við sær, at leikurin gjørdist ein hálvan tíma longri enn ætlað - men slíkum byrjunarfeilum eigur tað nettupp at vera pláss fyri í eini frumframsýning.