Fótbóltsdeildin hjá KÍ hevði ársfund fríggjakvøldið, og fleiri broytingar vóru í nevndini. Tríggir av nevndarlimunum góvust, og nevndin fór frá at vera ein fimm-mannað nevnd til at vera manna við trimum fólkum. Formaðurin seinnu árini, Markus Tummas Jacobsen, tók ikki við afturvali, og tað gjørdu nevndarlimirnir Hans Jacob Heinesen og Dánjal Jákup Joensen heldur ikki.
Nýggja nevndin er mannað tveimum av gomlu limunum, Símun Gullaksen og Manna Høgnesen, og Jan Joensen, sum er nýggjur í nevndini. Símun Gullaksen er nú formaður.