KÍ mundi snávað

Fyrra umfarið høvdu gestirnir fult tamarhald á, men tað var um reppið, at AB gjørdi ein ordans vørr eftir steðgin

Fótbóltur

 

KÍ vann kravda, ætlaða og væntaða sigurin á Argjum í gjárkvøldið. Talan var um uppibornan sigur, og serliga skuldi KÍ havt stongt dystin fyrstu trý korterini. Snøgt sagt, so fekk AB illa eitt bein at jørðini hesa løtuna, og ferð eftir ferð søkti KÍ oman móti málinum.

Talan gjørdist tó bert um tað eina málið, og hesum stóð Gunnar Nielsen fyri, tá hann stutt fyri steðgin varð spældur leysur av Paul Clapson.

Um klaksvíkingar tóku tað meira róligt, ella um argjamenn tóku seg saman, skal vera ósagt. Men tað var tó um reppið, at KÍ púrasat misti takið á dystinum. Tað eydnaðist tó at økja um leiðsluna, tá Clapson stríddi seg gjøgnum KÍ-verjuna, áðrenn hann enn einaferð legði bóltin til Gunnar. Og aftur hesa ferð var argentini kaldur.

 

Misnýttu risa-møguleika

So skuldi alt at kalla verið avgjørt, men AB slapp tó aftur upp í part. Fyrst minkaði Súni Fríði Barbá við einum røttum center-forward máli, og løtu seinni mundu argjafólk vena seg um, at tað ikki eydnaðist Fróða Clementsen at javna. Hornasparksinnlegg datt beint fyri føtur hansara, men úr trimum metrum sendi hann við síðuna av málinum.

AB legði alt meira fyri í royndunum at javna, og so gekk tað, sum tað so ofta ger í slíkum førum. Kristoffur Jacobsen fekk gott pláss at renna eitt kontraálop ígongd, og tá hann so spældi til Clapson, kundi hesin sløkkja ljósið fyri AB.