KÍ misti leiðsluna

2. deild: Oddaliðið var heppið við at fáa eitt stig burtur úr dystinum í Klaksvík

KÍ-EB/Streymur 2-2 (0-1)


KÍ var á odda stutt fyri leiklok og hevði í seinna hálvleiki fleiri møguleikar at økja leiðsluna, men fimm minuttir fyri leiklok javnaði EB/Streymur til 2-2, sum var úrslitið av dystinum.

KÍ, sum lá aftast undan seinnu hálvu av kappingini, hevur seinastu umførini rættiliga vunnið seg upp á stigatalvuni, og hóast mótstøðuliðið hesaferð var oddaliðið úr Sundalagnum, stóðu teir á heimaliðnum seg væl.

Fyrri hálvleikur var tættur. EB/Streymur hevði nógv spæl fram í síðurnar, og síðani vóru høgir bóltar sendir inn til stóra Jón Sigurd Gleðisheygg, men tað var bara sjáldan, at nakar veruligur vandi stóðst av hesum. Einu ferðina kom Halldórur Joensen leysur inn í brotsteigin, men KÍ-málverjin vardi fyri

KÍ hevði onkur nask álop, men tað nærmasta teir komu at skora, var tá Eyðun Klakstein stútaði bóltin á stongina, og einu ferðina kom høvdið á málverjanum hjá EB/Streymi, Óla Christian Djurhuus, í vegin, eftir at hann hevði hálvbjargað eini skotroynd, sum klaksvíkingur fylgdi upp.

Stutt fyri hálvleik fekk fekk EB/Streymur eitt umstrítt brotsspark, eftir at linjuverjin helt, at ein KÍ-verjuspælari hevði brúkt hondina. Knút Vesturtún skjeyt brotssparkið trygt í málið til 1-0 til EB/Streym.


KÍ vendi dystinum

Í seinna hálvleiki var tað heimaliðið, sum setti ferðina upp og sum stríddist sera væl. Og tað gav eisini úrslit.

Fyrst fór John Ryan til baklinjuna í vinstru, og tá hann sendi eitt flatt innlegg inn fyri málið, kappaðust málverjin, ein verjuspælari og Erling Fles um bóltin. Ein spælari hjá EB/Streymi hevði seinasta fótin á bóltinum, sum endaði í málinum.

Nakað seinni var Erling Fles fyrstur á einum innleggi úr høgru síðu, og hann stýrdi bóltin í málið til 2-1 til KÍ. Eftir hetta hevði Erling tveir góðar møguleikar afturat, men aðru ferð bjargaði Óla Christian Djurhuus sera væl, og hinu ferðina gjørdist vinkulin ov spískur.

Hesa løtuna stýrdi KÍ dystinum, men EB/Streymur kom meira við, eftir at teir vóru komnir afturum. Teir komu tó ikki til nakrar serligar kjansir, men einu ferðina mátti KÌ-málverjin bjargað einum stútara á mállinjuni.


Javnaðu at enda

Fimm minuttir fyri leiklok sendi Knút Vesturtún eitt fríspark inn fyri málið. Jón Sigurd Gleðisheygg var hægstur við aftaru stong og stútaði upp á tvørs, har púra leysi Halldórur Joensen kundi senda bóltin seinasta teinin inn í málið.

Eftir hetta stríddist heimaliðið aftur fyri at fáa mál, men tað endaði við 2-2, og tað vóru KÍ-spælararnir eitt sindur keddir um, hóast tað var besta liðið í deildini, teir spældu ímóti.

Javnleikurin hjá EB/Streymi hevði ikki tað stóra at týða, tí nærmasti kappingarneytin, TB, snávaði í sínum dysti ímóti ÍF. Tí økti EB/Streymur um leiðsluna við einum stigi.

KÍ hevur í seinnu hálvu fingið góð úrslit, og tað er ilt at ímynda sær, at liðið aftur kann koma í niðurflytingarvanda, so leingi spælið er so gott. Men næsta vikuskiftið fer liðið at svíða fyri, at 1. lið hjá KÍ hevur trý leikbann.


KÍ-EB/Streymur 2-2 (0-1)

0-1: Knút Vesturtún (br.)

1-1: Erling Fles

2-1: Erling Fles

2-2: Halldórur Joensen