KÍ missir liðskiparan

Tveir royndir KÍ-leikarar takka fyri seg í felagnum eftir hetta kappingarárið.

Verjuskansin og liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, heldur ikki fram í felagnum eftir hetta kappingarárið. Tað váttar KÍ-venjarin, Mikkjal K. Thomassen, fyri Norðlýsinum í kvøld.


Orsøkin er, at hann flytur heimaftur til Danmarkar, har dótturin og daman búgva.


28 ára gamli Jonas Flindt Rasmussen spældi við B36 fyrstu tvey árini hann var í Føroyum. Hetta var í 2011 og 2012. Eftir eitt skifti í norskum fótbólti kom hann aftur til Føroya í 2014, her hann hevur spælt við KÍ seinastu fýra árini.


Norðlýsið veit eisini at siga, at Atli Danielsen gevst at spæla eftir hetta kappingarárið. Hann er 34 ára gamal og hevur spælt 248 dystir í Effodeildini.