Tað var dramatikkur til tað síðsta í Gundadali, har B36 hevur havt vitjan av KÍ. Úrslitið var 2-2, eftir at B36 í steðginum hevði verið á odda 1-0.
Í yvirtíðini fingu klaksvíkingar stóran møguleika at skora sigursmálið, men innskifti B36 málverjin Jóan Pauli Jacobsen bjargaði brotssparkinum hjá Heðini á Lakjuni.