KÍ manglar ein “Lava”

ÍtróttarSosialurin: FM-stríðið, landsliðsúttøka og DM í fitness

Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa um FM-stríðið í landskappingini í fótbólti, har hvørki KÍ ella B36 tóku av, tá Stefan Radosavlevic og suðringar bastu FM-favorittunum úr Gøtu.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Niðurstøðan úr málleysa javnleikinum í Klaksvík er, at KÍ manglar tað, sum Víkingur hevði í Andreas Lava Olsen í fjør. Ein spælara, sum burturúr ongum, kann avgera ein stóran fótbóltsdyst. Eisini eru spælarametingar, har spælari hjá HB er valdur til dagsins spælara.

 

Les eisini um hinar fýra dystirnar í 24. umfari í landskappingini, um 1.deild, har AB hevur vunnið sær uppflyting og um landsliðsúttøkuna hjá Lars Olsen.

 

Les eisini um Team Klaksvík, ið hevur vunnið tveir dystir upp í slag, og um Elisabeth Vang, sum aftur hevur gjørt bart í fitness kapping. Hesa ferð í DM.

 

Les eisini klummuna, sum er um tómu setrini á Tórsvølli, quzzina, fimm spurningar og vikuna í fór í ítrótti.