KÍ móti hollendskum liði í kvøld

Kl. 19.00 í kvøld skulu kvinnurnar hjá KÍ spæla sín fyrsta dyst í UEFA-bólkinum, sum tær eru komnar í.

 

Bólkaspælið verður í ár hildið í her í Føroyum, og dystirnir vera leiktir á Svangaskarði.

 

Mótstøðuliðið hjá KÍ í fyrsta dystinum er Den Haag úr Hollandi, og Malena Josephsen segði við Útvarpið í morgun, at tær kenna slett einki til hollendska mótstøðuliðið.

 

Ein annar dystur verður eisini leiktur í hesi kapping í dag. Hann verður eisini á Svangaskarði, og tann dysturin verður ímillum FC Honka úr Finnlandi og Valur úr Íslandi.

 

Leygardagin skal KÍ spæla ímóti Vali, og týsdagin verður síðsti dysturin hjá KÍ ímóti FC Honka.