Kálvur við tveimum høvdum í Norðurmakedonia

- Kálvurin hevur tveir munnar, og hann sýgur mjólk við báðum munnunum, sigur bóndin, Vasko Petrovski, við Reuters.

 

Ein sjáldsamur kálvur er kálvaður á einum garði í býnum Lazec í Norðurmakedonia, og hetta hendi sambært Reuters hin 20. apríl í ár.

Høvuðskálirnar á kálvinum eru samanvaksnar.

Kálvurin, sum hevur tvey eygu, tvey oyru og tveir munnar, sýgur mjólk við báðum munnunum, og tað er rættiliga serstakt.

- Tíðliga um morgunin hoyrdu vit, at kúgvin hjá okkum skuldi kálva. Tá hon hevði kálvað, sóu vit, at kálvurin hevði tvey høvd.

Bóndin og eigarin, Vasko Petrovski, sigur, at tey ringdu til djóralæknan. Hann kom og fortaldi, at slíkt hendir av og á.

- Kálvurin tykist í aðrar mátar vanligur, og eg ætli mær at lata hann liva so leingi, hann livir, sigur Vasko Petrovski við Reuters.