Kúlurnar rulla aftur

Leygardagin verður sett hol á føroyameistarakappingina í billard fyri lið.

Tíðindaskriv:
Leygardagin verður sett hol á føroyameistarakappingina í­ billard fyri lið. Í
mun til undanfarna kappingarár eru ymsar broytingar gjørdar. Heldur laka
undirtøkan ger, at tað hevur verið neyðugt at minka um luttakaratalið á
hvørjum liði. Fyrr vóru trí­ggir á liðnum, nú verða tað tveir. Í ár verður so
eisini bara spælt í­ eini deild. Fyrr vóru trí­ggjar deildir.
Feløgini, sum luttaka, eru: Havnar Klubbi, Kaggin og Klaksví­kar
Billardfelag. HK og KB hava hvør sí­ni tvey lið og Kaggin eitt.
Kappingin fer fram á tann hátt, at hvør spælari dystast tvær ferðir móti
spælarunum á mótstøðuliðnum.
Fyrstu dystirnir verða í­ vikuskiftinum. Tá spæla bæði klaksví­karliðini móti
hvørjum øðrum og sama gera liðini hjá Havnar Klubba. Kappingin endar 10.
mars. Einstaklingakappingin veråur í­ Klaksví­kar Klubba í­ mars.