Kúlurnar aftur á rull

Lív kemur nú í aftur køir, kúlur og keylur eftir dvala í hálvt ár. Meðan tað hvítnar úti kring landið, so grønkast inni í billardfeløgunum.

Hetta er tíðin, tá billardspælararnir leita fram aftur køirnar, sum hava ligið í dvala í skjótt eitt hálvt ár. Eisini keylur og kúlur koma undan aftur kavi. Dustið verður sópað av billarddúkunum, og skjøtil verður settu á fyrstu árligu billardkappingina.

Kappingin um Haldor Holm steypið verður í Klaksvík um vikuskiftið. Byrjað varð klokkan 15 í dag og hildið verður fram í allan morgin.

Spælt verður í hølunum hjá Klaksvíkar billardfelag í Bøgøtu 52.

Hetta er eitt slag av upphiting til FM kappingina, sum byrjar vikuskiftið oktober-november. Fimm teir bestu spælararnir frá FM kappingini í fjør eru við til Haldor Holm Cup. Teir eru Kristian Sune Høgnesen, Hallur Joensen og Sonhard Johannesen, allir úr Billardfelag Klaksvíkar, síðani Niels Nielsen úr Havnar Klubba og Steinbjørn í Dali úr billardfelagnum Frælsi (fyrrv. Mimir). Vinnari av kappingini í fjør var Kristian Sune Høgnesen.

Um eina viku byrjar so FM kappingin fyri lið. Fimm feløg eru við í kappingunum í ár og spælt verður í tveimum deildum. Liðini í 1. deild eru fimm í tali, tvey úr Billardfelag Klaksvíkar, og síðani eitt úr hvørjum av feløgunum Havnar Klubba, billardfelagnum Frælsi úr Havn og Tvøroyrar Billardfelag. Ì 2. deild eru eisini fimm lið: tvey úr Havnar Klubba, og síðani eitt úr hvørjum av feløgunum Billardfelag Klaksvíkar, Tvøroyrar Billardfelag og so nýggja felagnum Kúlurnar úr Havn.