Kúlufiskur legði á smádrong

Ein fimm ára gamal avstralskur drongur, sum var og svam við oynna Thursday Island í Queensland herfyri, fekk rættiliga stóran skaða í beinini, tá ein kúlufiskur leyp á hann.

Fjølmiðlar í Avstralia skriva, at drongurin noyddist at vera 14 dagar á sjúkrahúsi. Hann hevði djúp sár á báðum beinum, og læknarnir máttu seyma tey aftur við 30 pentum.

Tað er ikki vanligt, at kúlufiskur leggur á fólk, og hendingin við tí fimm ára gamla dronginum er tann fyrsta av hesum slagnum í Queensland síðani 1979. Kúlufiskur er ikki stórur fiskur, men hann hevur hvassar tenn og kann bíta sera fast.