Veiðibannið frá 1966 hevur gjørt, at stovnurin av kúlubøku er vaksin munandi Í 1966 bleiv avgjørt at bamnna allari veiði eftir kúlubøku, tí hetta stórhvalaslagið var hótt.
Nú sigur felagsskapurin International Union for Conservation of Nature, IUCN, at kúlubøkustovnurin hevur ment seg so mikið nógv, at í dag eru kúlubøkurnar umleið 40.000 í tali.
Í 1966 varð mett, at tað vóru bara einar 1.500 kúlubøkur eftir. Men hóast ta stóru framgongdina er framvegis langt eftir á mál, tí málið er at fáa stovnin upp á 240.000 hvalir, sum hann upprunaliga var, sigur IUCN.