Kúlubøka á vitjan

Líka síðan í gjár hevur ein kúlubøka ligið og spælt sær á vestaru vág í Havn.

- Hon er ikki fullvaksin. Vit vita, at kúlubøka er sosial, og hon tykist trívast nær fólki. Sum allur annar stórhvalur er kúlubøka ikki stygg, sigur lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen.

Tað er einki løgið í, at kúlubøkan er einsamøll. Summar svimja í smáum bólkum, men aðrar halda seg fyri seg sjálvar.

- Hon finnur út aftur sjálv, sigur Bjarni Mikkelsen.

Kúlubøka ferðast suður og norður. Um summarið plaga tær at vera langt norðuri. Um veturin tær til Karibia at makast.