Til stóra undran fyri morgunsvimjararnar skolaði ein deyð kúlubøka á land við eitt av sonevndu havbaðistøðunum í Sydney.
Tað skrivar politiken.dk.
Kúlubøkan, sum hevur verið deyð í fleiri dagar, skolaði í land eftir at stórar havaldur høvdu herja australsku strendurnar.
Hon hevur skaðar, men tað ilt at siga, um hon hevur fingið teir undan ella eftir at hon er deyð, sigur Wendy McFarlane frá bjargingar- og granskingarsamtakinum, ORRCA.
Kúlubøkan var eftir øllum at døma ung og ferug, áðrenn hon av ókendum orsøkum doyði.
McFarlane roknar við, at tann knappliga 30 tons tungi hvalurin kann vera árendur av einum skipi.
Deyða kúlubøkan dregur hópin av fólki til, tí hvalir ikki eru serliga vanligir við australsku strendurnar.









