KÍ loyst Parismálið

Fótbóltsfelagið í Klaksvík er dømt at rinda meira enn hálva millión krónur eftir rættarmálið við Tony Paris. – Vit hava funnið fram til eina loysn, og tit fáa at vita, hvussu hon er, tá tíðin er búgvin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ

Fyri tíð síðan varð KÍ dømt at ringar meira enn 500.000 krónur í málinum um Tony Paris, sum rætturin avgjørdi var burturvístur av órøttum.

Í gjár var dúgvur fundur í KÍ, har ábyrgdarpersónar í felagnum hittust at tosa um eina loysn.

– Vit hava funnið fram til eina loysn, og tit fáa at vita, hvussu hon er, tá tíðin er búgvin, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

Hann leggur afturat, at sjálvandi hava limirnir í KÍ rætt til at vita, hvat gongur fyri seg í felagnum, men at í øllum málum eru tveir partar, og tí mugu limirnir í KÍ brynja seg við toli.


Høllin

Tað hevur verið nevnt sum ein møguleiki, at KÍ kundi gera okkurt við ítróttarhøllini í Klaksvík, sum KÍ eigur saman við øðrum, men soleiðis verður ikki.

– Høllin er ikki partur av hesi loysnini, staðfestir Tummas Lervig.

Hann sigur somuleiðis, at hetta mál ikki skal raka tað ítróttarliga hjá KÍ, sum hann roknar við fer at flyta upp í bestu deildina heilt skjótt.