Kúllaligur rapptónleikur við Suspekt á Tórsfest

– Okkara Tórsfest 2019 bjóðar øllum føroyingum til eina sanna hip-hop veitslu, tá teir tungu dreingirnir frá Suspekt koma á vitjan. Bólkurin er eyðkendur fyri sín skitna, bersagda og livandi stíl, sum á karráan hátt dregur áhoyrararnar við sær.

Soleiðis skriva fyrireikararnir av Tórsfest í tíðindaskrivi. Teir siga, at Suspekt verður mettur sum ein av teimum bestu rappbólkunum í Danmark. Bólkurin hevur røtur aftur til 1999.

– Tað verður sagt um bólkin, at tað var Supspekt sum gav danska hip hop og rapptónleikinum kant, tá teir komu við sínum skitna og ráa tónleiki. Við tekstum um sex, sprutt og rokk and roll lívstíl, kom Suspekt á danska pallin við einum heilt nýggjum tóna, skriva teir.

Síðani hevur Suspekt verið mett sum ein sannur tungvektari á danska tónleikamarknaðinum, sum ferð eftir ferð megnar at sannføra og tøla áhoyrarar og ummælarar. Bólkurin hevur fingið tríggjar gullplátur og tvær platinplátur.

– Og nú koma teir so at sannføra føroyingar, tá teir trína á pallin til Okkara Tórsfest tann ‪20. juli í gongugøtuni í Havn.

Frammanundan er fráboðað, at rokkúrmælingurin úr Twisted Sister, Dee Snider, fer at framføra á Okkara Tórsfest 2019.