Kohberg Bakery Group A/S í Danmark afturkallar í dag tvey sløg av rugbreyði, eftir at smærri nøgdir av kølievni er funnið í breyðinum.
Tað veit danska Fødevarestyrelsen at siga í dag. Lagt verður aftrat, at vandin fyri, at kølievni er í breyðinum, ger, at tey ikki eru egnaði til mannaføði.
Sagt verður, at breyðini, sum talan er um, eru seld í Netto-handlum kring alt Danmark. Talan er um tað, tey á donskum rópa "softkernerugbrød" og "aktiv protein brød".
Ein tekniskur feilur á bakarínum førdi til ein minni leka á vatnføringini, og hetta er orsøkin til, at kølievni er komið í donsku breyðini av nevnda slagi.
Fødevarestyrelsen heitir á fólk, sum hava keypt hesi breyð, um at bera tey aftur í handilin, haðani tey eru keypt - ella at burturbeina tey.










